Klokkan eitt í dag verður valsending á FM1. Tað er ein beinleiðis valsending, har umboð fyri tríggjar flokkar bresta saman. Tað er Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, sum skipar fyri og valevnini, sum bresta saman, eru Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum.
Tað ber eisini til hjá lurtarunum at senda politikarunum spurningar og tað kann gerast nummari 559999.










