Tríggir dystir eru í høvuðsstaðnum

21. umfar er eyðkent av, at øll trý feløgini í høvuðsstaðnum eiga heimavøll í dag

Fýra av teimum fimm dystunum í 21. umfari í Effo-deildini vera seinnapartin í dag. Fimti dysturin – oyggjauppgerðin á Skála har ÍF fer at vitja – verður mánakvøldið klokkan 18.

Tað er ikki ofta, at bæði B36 og HB eiga heimavøll sama dag. Soleiðis verður tað í dag, og tá ið eisini AB seinnapartin fer at spæla á heimavølli, so vil tað siga, at tríggir av fýra dystum í dag vera spældir í høvuðsstaðnum.

Líkindini at spæla fótbólt vera góð í dag. Hitin verður 7-12 stig, lotið verður millum lítið og einki, og fyri tað mesta verður tað turt. Onkra staðni verður tað disut og kanska okkurt ælið.

 

Í dag

HB-B68: Dagfinn Forná kl. 15.00

B36-KÍ: Petur Reinert kl. 17.30

AB-EB/Streymur: Lars Müller kl. 15.00

Víkingur-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00

Í morgin

Skála-ÍF: Alex Troleis kl. 18.00

 

B36 49

HB 42

Víkingur 30

EB/Streymur 30

NSÍ 28

KÍ 24

ÍF 22

AB 21

Skála 12

B68 10

Víkingur og NSÍ hava spælt 19 dystir, og hini liðini hava spælt 20 dystir