Tríggir dagar uttan nýggja smittu

Heldur ikki í gjár var nakar nýggjur tilburður av koronusmittu

Mikudagin fingu føroyingar ein hvøkk, tá ið tríggir nýggir tilburðir av enska frábrigdinum av koronusmittuni vórðu staðfestir. Nógv fólk vórðu koyrd í sóttarhald, og myndugleikarnir hava fylgt væl við gongdini síðani.

 

Hósdagin og fríggjadagin vórðu eingir nýggir tilburðir staðfestir, og nú er eisini greitt, at í gjár var heldur eingin nýggjur tilburðir. 850 kanningar vóru gjørdar, allar vóru negativar.

 

Sostatt er eingin nýggj koronusmitta staðfest seinastu tríggjar dagarnar. Fimm fólk eru í løtuni smittað við koronu. 100 fólk eru í sóttarhaldi.