Rættiliga nógv tiltøk hava verið kring landið hetta vikuskiftið, og av tí sama hevur eisini nógv fólk verið í býnum.
Og tað hevur givið løgregluni rættiliga nógv arbeiði, og tó at nógv tað mesta var smáttarí í kjalarvørrinum á, at fólk høvdu drukkið, vórðu eisini tríggir bilførarar tiknir.
Tveir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við kenning, Annar varð tikin á Runavíkarleiðini, og hin varð tikin á Kambsdali, har hann hevði koyrt útav, men ongin skaði stóðst av óhappinum, kortini.
Somuleiðis varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt á Runavíkarleiðini, hann koyrdi 106 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, so hann fekk klipp í koyrikortið.
Í Suðuroy er ein maður tikin og skuldsettur fyri harðskap. Hann hevði sligið ein annan so illa í andlitið, at ein tonn brotnaði.