Aftur í nátt hevur løgreglan gjørt ferðslukanningar og hesa ferð kostaði tað trimum bilførarum koyrikortið.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 118 kilometrar um tíman í Norðskálatunlinum, har hámarksferðin annars er 80 kilometrar um tíman.
Sostatt fær hann 1500 krónur í bót, men fíggjarliga svíður tað enn fastari, at hann noyðist at taka koyrikortið av nýggjum, annars missur hann tað.
Í sama viðfangi steðgaði løgreglan eisini fleiri øðrum bilum, og tá ið blóðroynd varð tikin av tí eina bilføraranum, vísti hon, at hann var ávirkaður av rúsevnum.
Tá ið bilurin varð kannaður, fann løgreglan eisini eina lítla nøgd av rúsevni í bilinum, so eisini hann missur koyrikortið, umframt at hann er skuldsettur fyri at hava brotið lógina um rúsevni.
Eisini ein triði bilførari vísti seg at hava ov nógv í blóðinum, so hann missur somuleiðis koyrikortið.
Tað hevur nógv fólk verið í býnum í nátt, men annars var rættiliga friðarligt, uttan tað vanliga arbeiði, løgreglan hevur av fullum fólki.









