Tríggir bilførarar koyrdu ávirkaðir

Og ein bilførari fekk stóra bót

 

Hóast tiltøk bæði í Havn, í Klaksvík og í Hvalvík hetta vikuskiftið, so hevur tað ikki merkt arbeiðið hjá løgregluni.

Men tríggir bilførarar eru tiknir fyri at koyra fullir, tveir leygarnáttina ein í nátt. Blóðroynd er tikin av teimum, og so ganga tey málini sína gongd. Teir vórðu allir tiknir í teimum vanligu kanningunum hjá løgregluni.

Á Sundsvegnum arbeiða tey við vegjaðaran og tí er onnur breytin, við ferðsluni niðaneftir, stongd á strekkinum, har íbúðir verða bygar niðast á Sundsvegnum.

Men tey hava havt stórar trupulleikar av, at bilførarar ikki akta skeltini, men kortini troka seg niðan eftir. Tað hendi aftur í gjár, at ein bilførari varð tikin fyri at koyra ímóti skeltingini á Sundsvegnum.

Tað fær hann 1500 krónur í bót fyri, umframt at hann fær klipp í koyrikortið.

Men serliga hjá einum bilførarar varð hetta eitt dýrt leygarkvøld. Løgreglan steðgaði honum, og tá ið mállð varð kannað, vísti tað seg, at hann hevði einki koyrikort.

Tað er ein dýr søga, tí fyrstu ferð, ein verður tikin fyri at koyra bil, uttan at hava koyrikort, kostar tað 5000 krónur í bót.