Í umleið ein tíma í gjárkvøldið gjørdi løgreglan ferðmátingar á Glyvursvegnum á Argjum, og her fingu tríggir bilførarar klipp í koyrikortið, umframt at løgreglan gav fýra átalur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at ferðmátingarnar vórðu gjørdar um 20.30-tíðina, og hetta var á leiðini millum rundkoyringina á Argjum og Argjahamar.
- Hetta er bygt øki, og her kunnu bilar tískil í mesta lagi koyra 50 kilometrar um tíman. Her er góður veður, og líkt er til, at tað er freistandi at fara upp um loyvdu hámarksferðina.
Vaktleiðarin sigur, at tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tá teir vórðu máldir at koyra ávikavist 76, 75 og 74 kilometrar um tíman, og fýra fingu átalu fyri ov nógva ferð.