Tríggir bilar í ferðsluóhappi við Gøtugjógv

Seinasta samdøgrið hava tilsamans sjey ferðsluóhapp verið í hálkuni ymsastaðni kring landið.

Fyrrapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp við Gøtugjógv, har tilsamas tríggir bilar gjørdust partur av óhappinum. 

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at eingin persónsskaði var, men tann eini bilurin fórst so mikið illa, at hann kundi ikki koyra av staðnum.

 

- Tað er hált um alt landið, og tað hava eisini verið fleiri onnur smærri ferðsluóhapp ymsastaðni um landið.

 

Løgreglan sigur, at talan í flestu førum er um smærri óhapp, har bilar eru farnir á glið í hálkuni og hava rent á bilverju ella annað á vegnum.

 

At síggja til hava bilarnir verið skøddir eftir forskriftunum og førararnir edrúir, tí ongar skuldsetingar eru um dekk og annað í sambandi við óhappini.

 

- Tað er kavi, og tað er hált, og neyðugt er sum best at taka atlit til koyrilíkindini, legði vaktleiðarin aftrat í morgun.