Seinnapartin fríggjadagin var løgreglan í Eysturoy og gjørdi ferðkanningar. Nógvir bilar vórðu steðgar hesar tríggjar tímarnar, sum kanningarnar vardu, greiðir vakthavandi á Polistøðini frá í morgun.
– Tað sum var eitt sindur serligt við hesum var, ein bilførari varð skrivaður upp fyri ferð, og at tveir fingu treytaða frádøming. Men av tí at ein av bilførarunum hevði eitt klipp frammanundan, og tí at allir bilførararnir vóru ungir, fingu allir koyriforboð.
Bilførarar, sum hava havt koyrikoyrt í stytrið tíð enn trý ár, hava strangari treytir og missa koyrikortið, tá teir hava fingið tvey klipp í koyrikortið. Teir, ið missa koyrikortið treytað, fáa tað aftur, um teir standa eina nýggja koyriroynd.
Seinni fríggjakvøldið, klokkan 22.25, vóru boð eftir løgregluni í Havn, tí at boðað varð frá innbrotið hjá Føroya Bjór í Akranesgøtu í Havn. Onkur hevur brotið ein rút og hevur verið inni og stolið eitthvørt. Vakthavandi visti ikki reiðiliga at siga hvat og hvussu nógv, men tað málið verður framvegis kannað. Enn er eingin undir mistanka.
– Um onkur hevur sæð eitt hvørt í Akranesgøtu fríggjakvøldið, so frætta vit fegin, sigur vakthavandi.
Seinni um náttina, klokkan 01:43 varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Tá løgreglan kannaði bilførara og bil nærri, vísti tað seg, at hann eisini hevði rúsevni í bilinum, og tí verður hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og fyri brot á lógina um euforiserandi evni.











