Trier í Trollhättan

filmur

 



Kendi, nýskapandi danski filmsleikstjórin Lars von Trier (f.1956) fer nú undir nýggjan film. Fyrsta, sum grett er, er heitið á filminum. Tað verður »Dogville«. Nýggi filmurin verður tikin í Trollhättan í Svøríki, har sum »Dancer in the Dark« fyri mesta partin eisini varð tikin. Tá vóru eisini upptøkuhølini hjá Zentropa í Avedøre nýtt, hóast leikur at síggja til fer fram á bygd í Amerika.

Sagt verður, at nýggi filmurin líkist, ella í minsta lagi hellir seg afturat hesum fyrra filmi Triers. Íslendska Björk spældi høvuðsleiklutin í honum og skrivaði seg samstundis inn í eina røð av kvinnum í truplum leiklutum, sum Trier meistaraliga hevur greitt til film. »Breaking the Waves«, »Idioterne« og »Dancer in the Dark«.

Í djúpt átrúnaðarliga filminum »Breaking the Waves«, sum í støðum fær ein at hugsa um russiska meistaran Andrej Tarkovskij (1932-86), medvirkar svenski leikarin Stellan Skarsgård (f. 1951). Í svenskum bløðum hevur Stellan sagt, at fær hann arbeiðsboð frá Trier, so er hann til dystin fúsur beinanvegin.

Skarsgård hevði høvuðsleiklutin í svenska filminum hjá Hans Alfredson »Den enfaldige mördaren« í 1982. Í avgerandi scenuni, tá góðlynti mordarin fer til verka og ger enda á harðrenda arbeiðsgevaranum, er tað afturvið dunandi tónum Guiseppe Verdi?s. Ein av stórbærastu norrønu upplivingunum á løriftinum.

Filmsliðið hjá Trier fer undir »Dogville« í mai og upptøkurnar skulu verða lidnar innan 1. juli, tá amerikanskir filmsleikarar helst fara í verkfall. Um Trier fer at tríva eins djúpt í pengakassan, sum tá hann gjørdi »Dancer in the Drak« er ikki vist. Tann filmurin kostaði 100 milliónir krónur.