Talið á deyðum eftir bilatsóknina í Trier í Týsklandi í gjár er nú komið upp á fimm, og sambært BBC telist eitt níggju viku gamalt pinkubarn millum tey deyðu. 15 onnur fingu løstir av atsóknini.
Tað var seinnapartin í gjár, at ein 51 ára gamal maður rendi bilin inn á eina gongugøtu í Trier, har hann árendi 20 fólk.
Týska løgreglan vildi í gjár ikki siga nakað um politiskt ella átrúnaðarligt motiv, men segði einans, at bilførarin var ein 51 ára gamal týskur ríkisborgari.
Boðini frá løgregluni eru nú, at maðurin hevði drukkið nógv rúsdrekka.
Sambært BBC eru ofrini tríggjar kvinnur, 25, 52 og 73 ár, umframt ein 45 ára gamal maður og pinkubarn hansara. Konan og eitt ára gamli sonurin hjá manninum eru millum tey løstaðu.