Í gjárkvøldið setti enn eitt skip hjá umhvørvisfelagsskapinum, Sea Shepherd, kós ímóti Føroyum.
Tað er Bob Barker, sum hevur ligið í Bremen í Tysklandi í fleiri vikur, og riggað til at koma til Føroyar at verja grindadráp. Eitt nú er høvuðsmotorurin yvirhálaður.
Sambært upplýsingum, sum eru komnir, er hann eisini á veg inn á Sund at liggja, í hvussu so er í fyrstu syftu.
Les eisini: Sandingar avmarka Sea Shepherd
Í gjár setti eisini Sam Simon, sum eitt annað skip hjá felagsskapinum, kós ímóti Føroyum. Hann hevur verið Í Tromsø í Noregi at kanna, um eitt skip, ið liggur har, og skal til Japan, er lastað við stórhvalatvøsti.
Frammanundan er tríkiljan Brigitte Bardot, í Føroyum. So tá ið hetta vikuskiftið er farið afturum, hevur felagsskapurin trý skip í Føroyum.
Les eisini: Tvøroyrar Býráð strikar Sea Shepher-boykott
Tey bæði størri skipini, hava eisini smærri bátar við, sum kunnu setast á sjógv, er tørvur á tí.
Eitt nú hevur Sam Simon tveir smærri bátar umborð og í hesum sambandi hevur skipið fingið nýggjan krana ísettan.
Men afturat teimum hevur Sea Shepherd eisini fólk á landið ymsastaðni í landinum, so nú er greitt, at hendan summar-herferðin hjá felagsskapinum ímóti grindadrápi, er byrjað av álvara.
Tey ætla at verða her og mótmæla grindadrápi, til í oktober.









