Triðja ritsalon heyst 2024

Ritsalon við Havnará

Vetursins triðja ritsalon verður hesaferð skipað í samstarvið við Gallarí Havnará og Aðalkonsulát Íslands.

Leygarkvøldið 2. november kl. 21 verður yrkingakvøld í Gallarí Havnará beint yvirav Hans Andriasar húsi undir Pisuvarða.

 

Einar Már Guðmundsson fer at lesa á íslendskum og Martin Næs fer at lesar sínar føroysku týðingar av somu yrkingum.

 

Harumfram lesa limir í Rithøvundafelagnum eisini egnar yrkingar.

 

Hesaferð eru tað Guðrið Poulsen, Kim Simonsen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Oddfríður Marni Rasmussen og Rakel Helmsdal, sum lesa egnar yrkingar. 

Gallarí Havnará skipar fyri hugnanum rundan um upplesturin. 

Øll eru vælkomin.