Hesin partur, ið nú kemur út, tann seinasti á hesum sinni, eitur Korallin í Tallinn og er tríðja bind av trimum.
Korallin í Tallinn gongur fyri seg í Estonia, Føroyum og Schweiz.
Skaldsøgan snýr seg um ein ungan mann við aspergers syndromi, ið er vilstur inn á eitt ókent hotell onkrastaðni í tí vakra og sjarmerandi Estonia. Hann verður har blandaður upp í eitt groteskt og meiningsleyst morð og má nýta allan sín aspergara-logikk fyri at royna at fáa greiðu á hesum margháttliga og andstyggiliga máli.
Klárar hesin lítið framføri Sherlock Holmes-autistur, ið kom so syndarliga skeivt fyri her í lívinum, at hóma ta altíð so nærverandi loysnina, áðrenn ov seint er og hann hevur uppbrúkt alla sína tíð her á foldum?
Vit fylgja hasum keðiliga humørforlatta persóninum ganga og mala einsamallur í hasum hotellinum, meðan hann ger sær sítt ekstremt vælmenta tankaunivers, sum forklárar allar lívsins tvørsagnir, alt meðan mordararnir á fyrstu hædd liggja honum eftir lívinum og kokkadreingirnir hvønn morgun vakja hann við at koma traðkandi upp í songina hjá honum.
Klárar hesin hálvbýtti, óempatiski persónur at mana tann høvuðleysa høvuðstænaran niður í æviga hvílu í grøvini, so hann kann sleppa upp á ovastu hædd við elevatorinum, har tað nakna kvinnufangið liggur og bíðar?










