Triði maðurin funnin

Maðurin, sum politiið hevur leita eftir, eftir at tríggir menn hóttu ein annan eftir lívinum, er funnin.

Maðurin, sum politiið hevur leita eftir, eftir at tríggir menn hóttu ein annan eftir lívinum, er funnin.

 

Tað var í sambandi við at tríggir menn brutu seg inn á ein mann í Sørvági gjáramorgunin og hóttu hann eftir lívinum, at tann eini maðurin helt í hagan undan politinum.

 

Hann var tó handtikin í Miðvági í gjár.

 

Hann var sjálvur komin aftur til Miðvágs, og har varð hann handtikin og førdur til avhoyringar, sigur vakthavandi á politistøðini.

 

Eftir avhoyringina var maðurin latin leysur, men allir tríggir verða skuldsettir í sambandi við hóttanina eftir lívinum.