"Triði Hálvleikur" byrjar aftur í dag

Sendingin byrjar klokkan 16.50 á Rás2.

Sætta árið á rað fer Rás2 at senda sendingina "Triði Hálvleikur". Fyrsta sendingin í dag, byrjar klokkan 16.50.

 

Tróndur Arge er til dystin ÍF-KÍ, sum vit frætta frá fyrst. Vit frætta eisini frá NSÍ-B68. Vit taka samanum dystirnar ígjár, har vit hoyra samrøður og frásagnir av málum.

 

Lurtararnir hava møguleikan at vinna eitt atgongumerki til EM-undankappingardystin millum Føroyar og Finnland, sunnudagin 7. september við at senda eitt sms inn á 559999.

 

Sent verður úr Rásarúminum í Vágsbotni í Havn.