"Triði Hálvleikur" á skránni eftir landsdystin

Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 21.45, tá dysturin millum Norðurírland og Føroyar er liðugur

Rás2 hevur eina TRIÐJA HÁLVLEIKS-sending í kvøld klokkan 21.45, tá EM-undankappingardysturin millum Norðurírland og Føroyar er liðugur. Tróndur Arge fer at tosa við venjarar og spælarar, og André Olsen fer at meta um avrikið hjá tí føroyska liðnum.

 

Í sendingini ber til hjá lurtarunum at siga sína meining um avrikið hjá føroyska liðnum við at smsa eini boð til nummar 55 99 99.