Triathlon á nýggjari rutu

FM í Triathlon verður sunnudagin. Hesu ferð verður kappast á sokallaða OL-teininum

Triathlon

 

Sunnudagin 21. september klokkan 13 verður kappast um FM heitið í Triathlon. Fyri trimum vikum síðan bleiv kappast í tí sokallaða Sprint teininum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú verður kappast á tí sokallaða OL teininum. Luttakararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km.

 

Súkkla í býnum

Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, men fyrireikarnir ynskja nú at fáa sjálva kappingina inn í býin og tú verður súkklurutan umløgd.

Nýggja súkklurutan verður frá Svimjihylinum í Gundadali, oman til rundkoyringina við Skansan. Leiðin gongur síðan niðan til rundkoyringina við Hvítanesvegin, og síðan til rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu. Hesin teinur er umleið 10 km, og skal tí súkklast fýra ferðir.

Renningin verður á økinum kring Plantusøluna við Hvítanesvegin. Ein teinur á umleið 3 km skal rennast tríggjar ferðir. Málið verður við perkeringsøkið hjá Plantusøluni.

Gudmund Joensen er besta boð at vinna kappingina hjá monnum. Í juni mánað í ár megnaði Gudmund at gjøgnumføra OL teinin uppá 2 tímar og 6 minuttir. Málið hjá Gudmund er at koma undir 2 tímar, og viðrar næsta sunnudag, so er møguleiki hjá honum at seta nýtt føroyskt met. Fyriskipararnir av FM í triathlon vóna sjálvandi at Joan Bláfoss og Karina Ottosen leggja leiðina til Føroya næsta vikuskifti, fyri at luttaka í kappingini um FM-heitið. Verður Joan við, er hon allarhelst favorittur at vinna kappingina hjá kvinnum.

 

Liðkapping og 1/10 triathlon

Fyri at økja um áhugan fyri triathlon hevur Føroya Triathlon Felag avgjørt eisini at kappast í triathlon fyri lið og í einum 1/10-triathlon fyri einstaklingar.

Liðkappingin er skipað soleiðis, at ein íðkari svimur, ein súkklar og ein rennur. Eitt slag av stafett, kann ein siga. Tilsamans skulu hesi svimja 750 metrar, súkkla 20 km og renna 6 km.

Fólk, ið ætla at royna triathlon og ikki ynskja at kappast í fleiri tímar, hava møguleika at kappast í 1/10-triathlon. Her skal íðkarin svimja 400 metrar, súkkla 10 km og renna 3 km. FTF hevur fyrr skipað fyri triathlon á hesum teini, og tá hevur undirtøkan verið heilt góð, bæði millum ung og tilkomin.

Liðkappingin verður millum menn, kvinnur og mix-lið. Virkir og ítróttarfelag eru vælkomin at luttaka.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá Føroya Triathlon Felag, www.triathlon.fo.