Tíðindaskriv: Tríggir føroyingar vera við í Ironmankappingini, Challenge Copenhagen, sum í morgin verður í Keypmannahavn. Teir tríggir, Kári Simonsen, Andrass Joensen og Evald Rasmussen, gjørdu fyri einum ári síðani av, at sunnudagin 15. august 2010 skuldu teir vera við í stóru ironmankappingini kallað Challenge Copenhagen. Teir hava allir verið við í triathlonumhvørvinum í mong ár, so nú skuldi tað vera.
Til startin sunnumorgunin vera 2000 íðkarar, og skulu hesir brúka allan dagin í kanalunum og gøtunum í Keypmannahavn, fyri til seinast at náa á mál.
Allir hava teir sett sær mál. Tað fyrsta er at fullføra kappingina, síðani eru tað tíðirnar. Evald, sum hevur roynt hetta í Onglandi í 2008, ætlar sær at brúka millum 11 og 12 tímar, millum hálvan og heilan tíma skjótari enn Ironman UK. Andrass og Kári, sum royna fyrstu ferð ironmanteinin, hava ávikavist sett sær 10-11 og 12-14 tímar til tiltakið.
Fyri at fullføra eina slíka kapping krevst nógv, long og miðvís venjing. Hvør ítrótturin skal venjast minst tríggjar ferðir um vikuna, og verða býtt upp í stuttar, miðal og langar venjingarteinar. Stuttu teinarnir verða ofta brúktir til intervalvenjing, miðal til tempovenjing og longu til áhaldnisvenjing. Ein venjingarvika hjá teimum sær nakað soleiðis út.
1. Mánadagur- súkkling 40 km + svimjing 1 tíma
2. Týsdagur- renning 10 km
3. Mikudag- renning 15 km + svimjing 1 tíma
4. Hósdagur- súkkling 60 km
5. Fríggjadagir- frí
6. Leygardagur ? súkkling 80-100 km
7. Sunnudagur- renning 21 km
Umframt dagligu venjingina eru teir so við í renni, súkkli, triathlon og svimjikappingum.
Til sjálva kappingina er íðkarin einsamallur um at fullføra. Fólk er at ansa eftir, ar leiðin er trygg, og at matur er tøkur, men íðkarin hevur ikki loyvi at fáa hjálp at rætta nøkur brek. Hetta má íðkarin gera sjálvur. Brotnar svimjibrillur verða blakaðar burt, og punkteraði dekk lappaði meðan kappingin gongur. Triathlonandin er, at millum start og mál klárar tú teg sjálvan.
Lyklaorðið er altso fyrireiking.