Triathlon kapping fyri lið

Føroya Triathlonfelag fer nú undir at skipa fyri liðkapping á sprint-teininum í triathlon. Tann kappingin verður 23. oktober, og er hon opin fyri bæði feløg, stovnar og onnur, sum hava áhuga at seta eitt lið saman.
Oktober mánaður verður annars ein mánaður, har nógv fer at ganga fyri seg innan triathlon-ítróttina. Í alt ferða ikki færri enn fýra kappingar hildnar. 2. oktober verður FM í 1/8 triathlon (sprint). 9. oktober verður kapping í Duathlon, har svimjingin ikki er partur av kappingini.
23. oktober verður so liðkappingin í sprint, meðan FM-kappingin OL-teininum verður tann 30. oktober.