Sunnudagin 15. oktober kl. 13.00 skipar Føroya Triathlon Felag fyri liðkapping í triathlon. Triathlon er samansett av trimum greinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning, og tí verða tað trý fólk, ið manna eitt lið. Tá kappast verður í sprint trithlon verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 6 kilometrar. Felagið vónar, at virkir og stovnar eisini fara at taka undir við tiltakinum. Meira fæst at vita á heimasíðuni www.triathlon.fo