Fyri triðju ferð er Sjóvar kommuna farin um 1000 íbúgvar. Fyrstu ferð var seinast í áttatiárunum – og so aftur fyrst í hesi øldini, tá fólkatalið eitt skifti var uppi á 1.048.
- Men, síðan kom vend í. Burðartalið fall, og fólk fluttu úr bygdunum, og vit hava verið heilt niðri á 932 fólkum.
Í Sjóvar kommunu kunnu tey nú fegnast um, at leygardagin hin 24. juni fingu Borgfríð Nybo Hansen og Eliesar F. Høj eina dóttir, sum aftur gjørdist borgari í Sjóvar kommunu nummar 1000.
- Lítla gentan, sum eigur fimm systkin, vigaði 3.170 gr. og var 50 cm. long.
Mánadagin vórðu mamman og dóttirin útskrivaðar av Landssjúkrahúsinum og komu heim á Strendur.
Borgarstjórin, Artur Johansen, fór at heilsa upp á nýggjan borgaran og við sær hevði hann eina heilsan frá Sjóvar kommunu.










