Alifelagið Marine Harvest Føroyar er nú í holt við at rigga til at ala á Sandsvág. Sandsvág er brimpláss, og hetta er triðja árið, at royndir verða gjørdir at ala á vánni.
- Fyrsta árið varð tómur royndarringur lagdur út fyri at royna, um útgerðin helt. Tað gjørdi hon ikki. Aliringurin sleit, men royndir og mátingar vórðu tó fingin til høldar.
Á Facebook-síðuni hjá Sands kommunu verður greitt frá, at annað árið varð aftur roynt á sama staði, og tá varð eisini alilaksur sleptur í ringarnar.
- Útgerðin gav seg ikki, men kombinatiónin av aldu og ráki gjørdu, at nógv av alilaksinum doyði í einum illveðri. Royndirnar vístu tó, at vøksturin hjá alilaksinum á Sandsvág var fram úr góður.
Lagt verður aftrat, at í mars í ár er so ætlanin at byrja eina roynd aftrat, og nú er útgerðin flutt longri inn á vánna, samstundis sum ringarnir og nótirnar eru lagaðar til nýggju umstøðurnar.
- Triðju ferð plagar at eydnast, og vónandi fara royndirnar at eydnast væl hesaferð, siga tey í Sands kommunu.