Triðju ferð hjá van der Sar

37 ára gamli Edwin van der Sar hevur roynt eitt sindur av hvørjum innan fótbóltin. Soleiðis var talan hesa ferð um triðju finalu hansara í Champions League. Hann var málverji, tá eitt blaðungt Ajax-lið í 1995 vann 1-0 á Milan, og hann vardi eisini málið, tá sama Ajax-liðið eitt ár seinni tapti móti Juevntus upp á brotsspørk. Hesa ferð var eydnan tó við langa hollendinginum, tá avgerast skuldi úr 11 metrum.