Triðju ferð gekk ikki

Tað var um reppið, at H71 tók triðja oddaliðið á rað, men við einum genialum skoti í einum annars vánaligum dysti syrgdi Alexandur Johansen fyri, at stigini vórðu eftir inni á Skála

Manshondbóltur

Hóast tapið í steypafinaluni mundi vera tungt hjá StÍF at taka, so høvdu teir ikki serliga langa tíð at lata hetta sodna. Mikukvøldið skuldu teir longu í dyst aftur, tá H71 kom á vitjan, og hóast stigatalvan sýnir stóran mun millum liðini, so gjørdist dysturin júst so trupul, sum strandingar bóru ótta fyri.

Rótut
Ein partur av frágreiðingini var kanska, at strandingar ikki høvdu sinniliga yvirskotið til at reisa seg rættiliga eftir steypatapið. Onnur orsøk, og hon er helst enn meira týðandi, er, at hoyvíkingar í endaspælinum hava sýnt heilt aðrar taktir, enn tær í grundspælinum. Í teimum báðum fyrstu dystunum í endaspælinum hava teir knógvað oddaliðunum úr Neistanum og VÍF, og nú triðja oddaliðið í røðini stóð fyri framman, ætlaðu hoyvíkingarnir sær helst at halda fram í sama lag.
Sigrarnir á Neistanum og VÍF vóru í stóran mun bygdir á eina sera væl virkandi verju, og ivaleyst var hetta eisini ætlanin hesaferð, men tann parturin kom tó ongan tíð at rigga nóg væl. Stutt sagt, so var dysturin sera rótutur úr enda í annan. Press-spæl frá liðunum var mest sum ongan tíð at síggja, men komu gjøgnumbrotini í verjuni heldur av óskipaðum verjuspælið, har gapandi hol ofta vóru at síggja. Og so hava bæði liðini eisini somikið góðar skjúttar, at um verjurnar ikki eru klárar at verja, kann altíð roknast við nøkrum málum á teirri kontini.

Petur í serflokki
Sum dysturi leið, so stóð tó mest sum greitt, at tað helst vóru gestirnir, sum høvdu størstu trupulleikarnar av at fáa spælið at hanga saman. Serstakliga fyrsta korterið av seinna hálvleiki vóru óneyðugu bólttapini heilt nógv í tali, og í veruleikanum var kanska bert ein orsøk til, at liðið yvir høvur fekk verið við í einum spennandi endaspurti.
Petur Magnusson hevur verið úti við skaða tað, sum higartil er farið av endaspælinum, men hesa ferð var hann so við aftur. Í hansara stað hevur Levi Nybo tó staðið nakrar branddystir, og tað var eisini hann, sum fekk møguleikan frá byrjan mikukvøldið, men tá Petur so kom inn, lat hann ongan iva vera um, at hann ikki ætlar at lata plássið frá sær uttan víðari. Fleiri ferðir var hann bjargingin, tá leysir strandingar komu oman móti málinum, og so hvørt sum minuttirnir liðu, stóð greitt, at heimaliðið fekk ikki togað seg leyst av mótstøðuni.

Bjargaði undirhaldinum
Og so gjørdist talan um ein spennandi enda. Ein enda, sum hóast alt syrgdi fyri, at undirhaldsvirðið í dystinum gjørdist hampuliga høgt. Seinastu tíggju minuttirnar var ongan tíð meira enn tað eina málið á muni, og tá hovyíkingar so eisini løgdu seg framum 24-23, lúrdi triðja sensatiónin á rað fyri teirra viðkomandi.
Kanska kundi hon eisini komið, men við 24-24 hamraði ein leysur Halgir Dahl Olesen bóltin á tvørtræið heldur enn í málið, og so kundu strandingar aftur leggja seg á odda.
Halgir bøtti tó um skaðan, tá hann smekkaði eitt undirhondsskot inn til javnleik, og við knøppum minuttir eftir varð lagt upp til eitt seinasta langt strandaálop.
Hetta tóktist eisini ganga júst eftir bókini. Bólturin varð fluttur runt í álopspartinum, og bert sjey sekund fyri leiklok hevði Alexandur bóltin á veinginum. Øll væntaðu helst eina sending inn á miðjuna, har seinasta kombinatiónin so skuldi føra til sigursmálið, men Alexandur vildi tað øðrvísi. Fullkomuliga respektleyst smekkaði hann standandi til oman móti handara stólpa. Fyri Petur Magnusson kom skotið helst eins óvæntað sum fyri hini í høllini, soleiðis at bólturin uttan stórvegis hóvasták smoygdi sær inn. Ein framúrskarandi detlaja í einum annars vánaligum dysti, og so lata vit vera við at nevna, hvussu reaktiónirnar høvdu verið, um henda óvæntaða atsóknin ikki fór inn. Tað eru júst leikarar við slíkum dirvi, sum Alexandur hevði í hesi løtuni, sum gera hondbóltin stuttligan at hyggja at.
Akkurát hvussu nógv hetta eina málið fær at siga, tá alt verður lagt saman, er sjálvandi ilt at siga enn, men fyri fyrst bar hetta í øllum førum við sær, at strandingarnir halda fast á stigatalvuni, har teir stríðast við VÍF og Neistan. At Neistin so aftur hesaferð snávaði, mundi avgjørt ikki gera dagin verri hjá strandingum. Sjálvir sluppu teir snikkaleysir burtur úr einum vánaligum degi, soleiðis at teir í frið og náðum kunnu royna at fáa spælið upp á vanliga støðið, áðrenn næsta uppgávan móti Tjaldri stendur á skránni. Ein dystur, har StÍF áður hevur snávað, men har teir helst vilja gera tað øðrvísi hesaferð.

Dysturin í tølum
StÍF-H71 26-25 (13-13)
Málskjúttar:
StÍF: Sveinur Justinussen 7(2), Costin Dumitrescu 5, Kristjan Petursson 3, Bent Djurhuus 3, Alexandur Johansen 2(1), Janus Trúgvason 2, Borgar Danielsen 2, André F. Danielsen 1, Jón Rasmussen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 6, Uni Wardum 6(5), Niels Viggo Niclasen 5, Johnny Durhuus 4, Christian Eli Zachariasen 3, Anfinnur N. Debess 1
Brotskøst: StÍF 4, H71 5
Útvísingar: H71 4
Dómarar úr Tjaldri: Trúgvi Mortensen & Hartvig Joensen. Høvdu ilt við at stýra uppgerðini, men við rótuta spælinum, sum valdaði, var hetta so heldur ikki nøkur løtt uppgáva,.