Hóast ein liggur á fremst í landskappingini, so er tað kortini ikki nøkur trygd fyri, at ein vinnur steypakappingarnar.
Tað er ÍF a eitt gott dømi um og teir hava annars verið besta liðið í meistaradeildini hjá monnum í ár.
Treyðugt so, teir hava staðið seg væl í kappingunum annars, men eydnan hevur ikki verið við teimum í avgerandi løtunum. Hetta skuldi broytast um vikuskiftið tá kappast var á Giljanesi.
Fuglfirðingar vóru uppsettir, tí teir høvdu nakað, sum teir skuldu prógva. Bæði fyri sær sjálvum og fyri hinum liðunum í meistaradeildini hjá monnum.
Og tað eydnaðist. Men høvdu vit undan kappingini sagt, at finalan fór at verða millum ÍF a og SÍ, so høvdu bert tey fægstu trúð tí.
Men soleiðis gjørdist tað nú kortini.
Sørvingar høvdu styrkt sær liðið við venjaranum hjá íslendska Þrótti, og tað var ikki eiti á styrkur.
Magnus Aðalsteinsson er framúr góður flogbóltsleikari og hann leikar bæði á fyrstaliðið hjá Þrótti og á íslendska landsliðnum.
Tá so sørvingarnir hava góð evnir frammanundan, so vísir hetta, at tað kanska ikki skal so nógv til kortini áðrenn teir fara at standa seg rættiliga væl í meistaradeildini.
Hvør veit, um sørvingar ikki fara at brúka íslendska modelli, við at fáa leikarar uttanífrá til at strykja sær hópin.
Tað hevur ikki verið siður í føroyskum flogbólti, men tað er nógv roynt í Íslandi og teir hava góðar royndir av tí, sigst.
Íslendingar hava eisini gjørt nógv burturúr at fáa útlendskar venjarar til Íslands og tað er kanska júst tað, sum er orsøkin til eitt ordans lop í sammett við føroyskan flogbólt.
Sera spennandi finala
Sum nevnt, so munaði tað sera væl hjá sørvingum at hava fingið slíkan styrk, og í fyrsta settið settu teir seg á fuglfirðingarnar.
ÍF byrjaði kortini finaluna best, men tað var sum um konsentratiónin sveik. Tað var kanska hugburðinum tað var galið við, teir høvdu jú vunnið á SÍ í landskappingini tveir dagar frammanundan. Tá var SÍ tó uttan íslendska spælaran.
Sørvingar komu afturíaftur og tað við lít. Teir trýstu fuglfirðingar í botn og fingu teir at gera óneyðugar feilir.
ÍF hevði einki at svara aftur við, og áðrenn teir vistu av vóru sørvingar farnir við fyrsta settinum, sum teir vunnu rættiliga trygt, 21-11.
ÍF slapp við
skrekkinum
Annað sett byrjaði sum fyrsta. ÍF kom best frá byrjan, men tað vóru sørvingar, sum yvirtóku. Sum settið leið hildu teir seg frammanfyri, og tað endaði við, at teir fingu matchbólt við støðuna 20-18.
Um tað var tí, at nervarnir spældu teimum eitt puss, ella um tað var tí at ÍF vaknaði úr dvala, skal verða ósagt, men fuglfirðingar tóku seg saman og vunnu annað sett, sum var sera spennandi, 22-20.
Stutt og
spennandi triðja sett
Tá leikt verður til kappingar, verða serligar reglur nýttar. Fyrsta og annað sett verða spæld upp til 21, har allir bóltar telja, meðan triðja og avgerandi sett verður spælt til 7 við tveimum málum á muni.
Tí kann settið gerast serliga spennandi og tað var júst tað tað gjørdist. Liðini skiftust um at verða á odda, men tað var ÍF, sum hevði fatur á longra endanum, tí tað vóru teir, sum fingu matchbólt við støðuna 8-7.
Henda bóltin vunnu teir, og harvið vunnu teir eisini sína fyrstu steypakapping í ár. Hetta verður gott at leggja afturat meistaraheitinum, sum eftir øllum sólarmerkjum kemur í hús um stutta tíð.
Tað restar ikki so nógv í áðrenn tað gerst veruleiki. Bert tvey stig mangla í.