Upptakt
Einki er at ivast í, hvør hevur sálarligu yvirvágina, nú KÍ aftur vitjar á Skála. Eftir samanlagt 5-0 í steypakappingini eigur sjálvsálitið hjá klaksvíkingunum at vera í toppi, og tí eiga trý stig avgjørt at vera nakað, sum meddað verður eftir.
Tað er tó ein smeitur fyri klaksvíkingar, at Christian Lundberg ikki fær spælt sunnudagin. Hann er leikbannaður eftir fimta gula kortið, og tað er uttan nakran sum helst iva ein stórur missur hjá klaksvíkingum. Somuleiðis er spurningurin, hvørt Harley Bertholdsen nú er tøkur aftur, eftir at hann ikki hevur spælt í tvær vikur.
Hjá Skála gera leikbann ikki um seg. Hinvegin argar ein skaði framvegis Paula G. Hansen, og tí er spurningurin, hvørt Skála eisini má vera ein týðandi spælara fyriuttan.










