- Vit byrjaðu sambandið við føroyskan fótbólt fyri tveimum árum síðan, tá føroysk ungdómslandslið luttóku í Aberdeen Internation Footbal Festival. Vit vóru hugtiknir av dugnaligu evnunum, har serliga tveir leikarar stóðu seg væl.
Fyri góðari viku síðan kom fram, at ungu Hallur Hansson og Gilli Sørensen úr HB komandi tíðina skulu royna seg í skotska felagnum Aberdeen. Heimasíða felagsins skrivar nú somuleiðis, at møguleiki er fyri, at sáttmáli eisini verður gjørdur við argjamannin Rógva Holm. Høvuðsvenjarin fyri ungdómsdeildina, Lenny Taylor, frøist um føroyingarnar.
- Vit eru farnir nýggjar leiðir, nú vit fáa føroyingar hendan vegin. Men tað er tað eisini fyri hesar leikararnar, og vit fara at gera alt fyri, at teir trívast, slær Lenny Taylor fast.