Triðja uppsøgnin hjá Johnny í Grótinum ógildað

Í dag er avgerð fallin í Heilsumálaráðnum um, at ein triðja uppsøgnin hjá Johnny í Grótinum nú er ógildað.

Í dag er ein avgerð fallin í Heilsumálaráðnum, sum hevur ógildað enn eina uppsøgn, sum Johnny í Grótinum hevur framt. Sostatt er talið av ólógligum uppsagnum hjá núverandi kringvarpsstjóranum tríggjar í tali. 

 

Vit byrja við tí mest almennu. Tí orrustan í Kringvarpinum, sum leiddi til uppsøgnina av Liljan Weihe, byrjaði í Vikuskiftis Sosialinum 24. november í fjør. Tá skrivaði blaðið um nakrar klagur, sum vórðu sendar til Stýrið fyri Kringvarpið um nýggja stjóran Johnny í Grótinum. Eina viku eftir fekk hon ætlanarskriv um uppsøgn handað frá stjóranum.

 

Hendan uppsøgnin av Liljan Weihe varð tó ógildað, sum flestum kunnugt. Men stríðið er ikki av í Kringvarpinum enn, hóast tað er meira enn seks mánaðir síðani Liljan Weihe varð uppsøgd. Í dag varð tó ein onnur uppsøgn ógildað, sum Johnny í Grótinum eisini er faðir at. 

 

 

Stríðið á føðideildini

Tann kvinnan, hvørs uppsøgn í dag varð ógildað av Heilsumálaráðnum, er Sigrid Christensen. Hon var leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum. Hon varð uppsøgd av Johnny í Grótinum, tá ið stríðið á føðideildini stóð uppá tað hægsta, meðan Johnny í Grótinum varð stjóri á Landssjúkrahúsinum. 

 

Men hetta er ikki fyrsta uppsøgnin á Landssjúkrahúsinum, sum er ógildað. Tí fyri stuttum skrivaði Dimmalætting eina greinarøð um hesar ólógligu uppsagnir, sum Johnny í Grótinum hevur staðið á odda fyri. Og áðrenn avgerðina í dag viðvíkjandi Sigrid Christensen, so varð ein onnur líknandi avgerð tikin í Heilsumálaráðnum. Tí deildarsjúkrasysturin á B3 á Landssjúkrahúsinum, Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, varð eisini uppsøgd av Johnny í Grótinum - og síðani varð hennara uppsøgn ógildað av Heilsumálaráðnum. 

 

Sama skil í Kringvarpinum

Tann mest almenna uppsøgnin, sum Johnny í Grótinum hevur framt og síðani fingið aftur í høvdið, er tann av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum, Liljan Weihe. Og tað stríðið er ikki av enn. Dimmalætting kundi fyri nøkrum vikum síðani avdúka, at uppsøgnin av tíðindaleiðaranum, sum also varð ógildað og stríð framvegis er um, hevur kostað landskassanum yvir 300.000 krónur higartil.

 

Og tá hevur stríðið í Kringvarpinum bara vart í nakrar mánaðir samanborið við tær ólógligu uppsagnir á Landssjúkrahúsinum, sum also í dag eru vaksnar í talið. Dimmalætting visti eisini at siga, at ólógliga uppsøgnin av Tórhild Eyðsteinsdóttir Mohr hevur kostað landskassanum yvir eina millión. 

 

So er spurningurin, hvat ólógliga uppsøgnin av Sigrid Christensen hevur kostað. Um vit siga, at hon hevur kostað tað sama, sum hin uppsøgnin á Landssjúkrahúsinum - 1 millión - ja, so tátta útreiðslurnar av ólógligu uppsøgnunum hjá Johnny í Grótinum í 2,5 milliónir krónur.