Fyrsta dystin vann Mjølnir 3-0 í Havn, men í seinna dystinum í Klaksvík svaraði Fleyr aftur. Tær vunnu 3-2, og tí skal ein triði og avgerandi dystur til fyri at finna ein vinnara. Hesin dystur er nú settur at vera í høllini í Kollafirði í kvøld kl. 19.30. SÍ skal døma dystin.