Ovurstór luttøka er í ár í mun til í fjør, og miðalaldurin á luttakararnum er eisini hægri. Tað hongur saman við, at nøkur teirra sum royndu seg í fjør, eisini eru við í ár. Onkur hevur enntá verið við fleiri ferðir, og tað er sera ?positivt? siga fyrireikararnir. Teir halda, at ein stórur partur av teimum sum luttaka í Ársins Songrødd, taka tað ógvuliga ?seriøst?, t. d. verður gjørt nógv meira burturúr pallframførðslu. So sum at hava dansarar og/ella kór við sær á pallin maðan sungið verður, er vanligt nú í mun til bert fyri fáum árum síðan.
Tey, ið luttaka í kappingini um Ársins Songrødd 2002, hava 11 løg at velja millum. Tað er ókeypis at luttaka í ár, men boðað verður frá at longu nú er fullteknað alla staðni.
KÍ-høllin, Klaksvík, 22. mars
Høllin á kambsdali, 13. apríl
Badmintonhøllin í Havn, 27. apríl
Ítrottarhøllin í Vestmanna, 11. mai
FINALAN:Badmintonhøllin, Havn, 29. juni