Triðja tapið á rað

Í dag vitjaði Neistin í Kollafirði, og her fór oddaliðið avstað við báðum stigunum.

Fyri steðgin høvdu gestirnir fult tamarhald á dystinum, men í seinna hálvleiki stríddi KÍF seg aftur.

Tað eydnaðist teimum tó ikki at koma upp á javnleikin, og tí er munurin upp til finaluplássið nú øktur í trý stig.

Komandi vikuskiftið skal KÍF til Vestmanna, og har er kravið ein sigur, um KÍF skal verða partur av FM-finaluni.

 

Fyri kollfirðingar skoraði Teitur Joensen 7 mál í dag. Tað sama gjørdu David Edvardsen, Jugoslav Djumic og Tróndur Kragesteen fyri Neistan.

 

KÍF-Neistin 35-37 (16-22)