Triðja stjórnin í 30 ár

Í Saudiarabia hevur Fahd kongur skipað nýggja stjórn, men allir teir týdningarmestu ráðharrarnir eru teir somu sum frammanundan.

Abdullah bin Abdul Aziz, krúnprinsur heldur fram sum forsætisráðharri, og flestu av hinum týdningarmiklu ráðharrunum eru eisini úr kongsættini. Teirra millum eru varaforsætisráðharrin, verjumálaráðharrin, uttanríkisráðharrin og innanríkisráðharrin, sum eisini sótu í undanfarnu stjórnini. Fíggjarmálaráðharrin og oljumálaráðharrin halda eisini fram.

Vanliga sita saudiarabiskar stjórnir leingi, og stjórnarskiftið ella-broytingin hesaferð er bert tað triðja seinastu 30 árini.