Triðja skipið eftir tveimum árum

Leygardagin var sannur hátíðardagur í Havn, tá móttøka var fyri nýggja frálandaskipinum Sæborg. Eisini í heimbygdini hjá reiðarí'inum, Leirvík var frøi henda dagin nú triði nýbygningurin eftir stuttari tíð varð navngivin.

Í vælkomurøðu síni vísti borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen á tann dugnaskapin, áræðið og dirvið sum fólkini aftanfyri nýggju Sæborg hava.

- Eftir at tann siðbundna fiskivinnan í longri tíð hevur havt tað trupult, hava tit víst dirvi at bróta upp úr nýggjum. Men dirvið í sjálvum sær, er ikki nokk. Dugnaskapur og áræði skal eisini til, fyri at náa á mál, legði hann dent á.

Hesar eginleikar hevur Supply Service í Leirvík prógvað ferð eftir ferð. Tá tað gekk ímóti, so hevur man dirvið, áræði og hegni til at koma gjøgnum mótgangin, og tað sterkari enn man var áður.

Sæborg er seinasta dømið uppá hesar førleikar. Eitt nýtt stásiligt skip, við øllum nýmótans hentleikum. Eitt skip, sum er bygt til at klára allar tær avbjóðingar, ið framtíðin vil seta innan hesa vinnum. Alt frá umstøðum til mannskapið, umhvørvið og tøkni annars.

- Tað er nevniliga ikki í hvørjari kommunu beskorið, at taka ímóti trimum nýggjum skipum í so stutta tíð: Á sumri 2009 kom Eldborg. Á várið 2010 kom Tróndur í Gøtu, og nú høvdu vit ta æru, at kunna taka ímóti Sæborg, hesum nýggja og stásiliga skipinum hjá Supply Service í Leirvík, vísti Jóhan Christiansen á.