Triðja serstaka gudstænastan í Hoyvík

Mikudagin í næstu viku, tað er 1. desember, verður aftur skipað fyri serstakari skrúvugudstænastu í Hoyvíkar kirkju. Hetta er triðja gudstænastan av slíkum slagi í heyst. Við tær báðar undanfarnu hava omanfyri 200 børn og vaksin tikið lut. Og nú verður so aftur høvið hjá fólki at verða við til eina slíka.

Henda serstaka gudstænastan er í mangar mátar skipað sum ein vanlig gudstænasta, - hon er bara væl styttri.

Skipanin er hon, at ein fyrst luttekur við ta stuttu og barnavinarligu gudstænastuna, sum varir einar 25 minuttir.

Síðani fara øll niðurundir í kjallaran til ein góðan døgurðabita, har kókaðar skrúvur eru ein natúrligur partur av menu?ini.

Av tí at maturin til tiltakið kemur aðraðstaðni frá, er neyðugt hjá fólki at tekna seg. Hetta kann gerast umvegis teldupostin skruvan@yahoo.com, innan týsdagin 30. november kl. 12.

Skrúvugudstænastan er sjálvandi ókeypis, men høvið verður tó hjá fólki at geva eina gávu til kirkjuna.