Kameroon kundi í gjárkvøldið tryggja sær luttøku í hálvfinalunum í African Nations Cup, tá teir eftir longda leiktíð, vunnu 3-2 móti Tunis.
Tað var Kameroon, ið byrjaði betur, og longu tá 19 minuttir vórðu spældir, brast málverjin hjá Tunis, Hamdi Kasraoui, saman við tveimum av sínum verjuleikarum, ið royndu at steðga innleggi frá Alexandre Song, og tá var lætt hjá Stephané Mbia at skora við høvdinum.
Liðið hjá Otto Phister sótu tungt á alt og øllum, tað fyrstu løtuna, og tá Geremi skoraði við snúraðum frísparksmáli í 27. minutti, sá út til at ein avgerð var komin.
Men Tunis komu aftur í dystin, 10 minuttir fyri steðgin, tá Chaouki Ben Saada framdi sama bragd, og Geremi hevði gjørt.
Dysturin tóktist tó at vera avgjørdur, men 10 minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Yassine Chikhaoui at gera sær dælt av einum brølara í verjuni hjá favorittunum, og tá vara lagamanni at sleppa framvið Kameroon málverjanum, Idriss Carlos Kameni frá kanten av brotsteiginum.
Í longdu leiktíðini, vístu Kameroon tó tann munin, ið er á liðunum, og aum eisini hevur givið teimum favorittstatus í kappingini. Stephané Mbia skoraði sítt seinna mál, og tað triðja fyri Kameroon, og so var dysturin avgjørdur. Málið kom tá 95 minuttir vóru spældir av dystinum.