Tær kunnu upprunaliga kallast »The Magnificent Seven«, men nú er Tjóðhild Patursson tó ikki við á palli.
- Eg havi fyri ikki so langari tíð síðani átt, og so ber ikki so væl til at vera á palli. Eg royni tó at hjálpa til hesaferð sum framleiðslustjóri, og tað krevur eisini sína kvinnu, sigur Tjóðhild Patursson.
Tær førdu hugskotið um ein reint kvinnuligan leikarahóp út í lívið í 2008.
- Tá kendust vit als ikki allar. Eg og Marita vóru staddar í Litava, tá Rakul skype'aði til okkum og spurdi, um vit ikki skuldu fara at taka okkum saman og gera ólavsøkukabarettina, sigur Mariann Hansen.
Og tað endaði við, at tær seks, Mariann Hansen, Rakul Thomsen, Marita Svartá, Durita Dahl Andressen, Lisa í Dali og Barbara Hentze í Stórustovu og so Tjóðhild Patursson, sum ein reint kvinnuligur bólkur, stóðu fyri ólavsøkukabarettini tað árið.
- Hetta var ein roynd fyri at vita, um tað yvirhøvur bar til. Talan var um eina meira tju-bang kabarett, haldi eg, sigur Rakul Thomsen.
Hetta gav teimum mót upp á at royna seg aftur, og tað hendi so í 2010.
- So var tað hetta, at eingin kabarett var í fjør, og longu í august byrjaðu vit at samskifta. Tað bar ikki til, at eingin kabarett skuldi vera annað árið á rað, og vit vóru allar við upp á tað, sigur Lisa í Dali, ið er tann einasta, ið býr í Føroyum til gerandis.
Tær hildu sambandið viðlíka, og tosaðu saman aftur á jólum og síðani aftur á páskum. Og tær vóru framvegis allar við upp á eina ólavsøkukabarett.
- Vit hittust so fyrstu ferð mánadagin 1. juli, og hava so koyrt líka síðani. Nú eri eg tann einasta, ið búgvi í Føroyum, men tað er bara fínt at fáa ein annan vinkul upp á tað, sum hendir, sæð við útisetaeygum, sigur Lisa i Dali.
Mariann Hansen lesur sjónleik í Íslndi, meðan hinar fýra lesa í Danmark.
Sjálsamur bólkur
Tær eru samdar um, at tær fungera sera væl saman, og at tær hava serligar styrkir hvør sær.
- Størstu málini eru tey truplastu at seta fokus á. Sum til dømis makrelmálið, stjórar við gyltum lógvataki og tunlar, sigur Mariann Hansen.
Men eisini onnur evni verða havd á lofti.
Vanligi føroyingurin, ymsar typur og stættarmunurin er eisini nakað, ið nomið verður við, sigur Rakul Thomsen.
Tey hava nógv tilfar sum er, so spurningurin verður helst um at skera niður.
- Tað er altíð onkur nýggjur tunnil, sum er aktuellur til eina ólavsøkukabarett, og politikararnir fáa eisini sítt, serliga samgongan, sigur Durita Andreassen.
Enn hevur kabarettin ikki heilt tikið skap, men tær satsa upp á, at hon fer at vara í ein góðan tíma.
Leikstjóri er Súsanna Tórgarð, og hon er sera væl nøgd við leikarahópin.
- Tað er stuttligt at koma inn í ein bólk av kvinnum, sum eru so seriøsar, og tað er sjálsamt, at fáa ein bólk av kvinnum, sum eru so skapandi og kreativar, sigur Súsanna Tórgarð.
Kabarettin byggir rættiliga nógv á tónleik og dans.
- Tað er hugaligt at síggja, hvussu høgt kvinnurnar ganga upp í koreografiina, sum Kristina Ougaard Sørensen, stendur fyri, sigur Súsanna Tórgarð.
Talan verður um eitt rættiligt show, tá ólavsøkukabarettin fer av bakkastokki.
- Tað er sjálsamt at fáa ein bólk av so ymiskum kvinnum, ið arbeiða so væl saman, sigur Súsanna Tórgarð.
Nógv venjing
Nakað av tilfari sigur seg sjálvt, men tað mesta er fingið á pappír, eftir at tær seks hittust til fyrsta brainstormið 1. juli.
- Vit hava vant intenst hvønn dag higartil frá klokkan 10 á morgni til 17 seinnapart. Men nú verður so skrúvað enn meira upp fyri venjingini, tí nú fara vit at venja frá klokkan 10 og so langt út á kvøldarnar, sum vit orka, sigur Durita Dahl Andreassen.
Allar hava tær røtur í amatørsjónleiki og í Sjónleikarhúsinum.
- Tað er ein dreymur at standa á pallinum í Sjónleikarhúsinum, slær Mariann Hansen fast.
Í einari kabarett hevur tú lov at siga alt um øll.
- Men tað liggur eisini ein ábyrgd í at kunna siga alt tað, ið okkum lystir, vísir Barbara Hentze í Stórustovu á.
Men tær seks ætla annað, enn bert at fáa áskoðarunum ein bíligan látur.
- Vit ætla at leggja okkum nógv eftir, at fáa áskoðaran at hugsa, og vit royna at spæla upp á nógvar streingir, sigur Mariann Hansen.
Enn er góð vika eftir at venja í, og fyrst í komandi viku fer kabaretti rættiliga at fáa skap. Miðað verður eftir, at hava frumsýning fríggjakvøldið 26. juli klokkan 20.
Síðani verður spælt tvær ferðir um dagin, klokkan 18 og 20, fram til 30. juli, siga tær seks, sum í ár manna ólavsøkukabarettina.









