Triðja hvørt setur tómt

Eitt av trimum setrum á rutunum millum Føroyar og Danmark eru tóm. Serliga februar og november mánaði eru lítið hugaligir hjá flogfeløgunum

FLOGFERÐSLA

Ruturnar millum Føroyar og Danmark eru eisini loftferðslurutur, har kapping er millum tveir veitarar.
Tøl, sum Sosialurin hevur fingið upplýst ymsastaðni frá, vísa, at í 2002 vóru umleið. 197.000 retur setur til Danmarkar og 131.476 ferðafólk sótu í setrunum. Tað vil so siga, at triðja hvørt setur er tómt á rutunum til Føroya.

Serliga í februar og november
Skilið er serliga ringt í mánaðunum februar og november. Summarfrítíðin og jólafríðin eru góðir dagar hjá flogfeløgunum. Viðmerkjast skal eisini, at í tíðarskeiðum er eftirspurningurin væl størri til Føroyar enn hinvegin ella øvugt.
Eftir hvat vit hava fingið uppspurt, so eigur Atlantic Airways á leið 57% av markaðarnaðinum, og Maerks-Air hini 47%.
Tað eru bert hesir báðir veitararnir, sum hava loyvi at flúgva til og úr Føroyum.

Ikki tíð
Tað hevur gingið illa í hond at fáa viðmerkingar frá Atlantic Airways og Maersk-Air. Bæði Magni Arge, stjóri fyri Atlantic Airways, og Keld Mosgaard Christensen, varastjóri hjá Maersk-Air, høvdu ikki stundir at tosa við blaðið áðrenn evstamark.
--