Triðja hvør fartelefon í ólagi

Nokia, Motorola og Sony Ericson senda so nógvar fartelefonir á marknaðin, at tað gongur út yvir góðskuna, sum kemur í aðru røð


 
kup! eitur brúkararáðið hjá Ekstra Blaðnum. kup! ger kanningar av góðsku og prísum á vørum og tænastum, sum eru á marknaðinum í løtuni.
Í seinastu kanning síni hevur kup! spurt lesarar um royndir teirra við ikki færri enn 2512 fartelefonum. Niðurstøðan er greið. 768 av fartelefonunum hava verið í ólagi, innan fyri tey bæði fyrstu árini, klagurætturin er galdandi. Hetta merkir  tað sama sum, at næstan triðja hvør fartelefon ikki riggar sum hon skal, áðrenn hon er tvey ára gomul.
 
Oftast galið við Motorola
Kanningin vísti eisini, at í prosentum er tað oftast galið við Motorola. 41 prosent av 74 telefonum hjá teimum eru í ólagi. Hjá Sony Ericson hava 35 prosent verið í ólagi, men Nokia hevur trupulleikar við 27 prosentum av sínum fartelefonum.
 
Ikki bilsin
Anette Højrup er løgfrøðingur í danska brúkararáðnum, og hjá henni koma tølini ikki dátt við.
– Hetta staðfestir bara tann illgrunan, sum vit leingi hava havt. Tey framleiða so nógvar fartelefonir, at tað gongur út yvir góðskuna. Ítøkiliga eru tað eisini fartelefonir, sum brúkararáðið fær flestar klagur um, sigur hon.
Annette Højrup heldur, at handlarnir eiga at vera skjótari at býta um fartelefonir, sum ikki rigga.
– Framleiðararnir hava sannført handlarnir um heldur at senda telefonirnar til umvælingar, í staðin fyri at býta tær um við eina nýggja telefon. Hetta er bíligari hjá teimum. Um handlarnir góvust við tí, vóru framleiðararnir eisini noyddir at gera meira burtur úr góðskuni, greiðir hon frá.

Ikki borið til við buksum
John G. Pedersen eigur fleiri heimasíður um fartelefonir. Millum annað mobildebat.dk, og hann er skelkaður av úrslitunum í kanningini.
– Hetta hevði als ikki gingið um talan var um einar buksur, sigur John G. Pedersen, sum leingi hevur havt ein varuga av, at okkurt hevur verið galið hjá framleiðarunum, og at góðsku metingin ikki hevur verið nóg góð.
– Eg hoyri frá keldum í vinnuni, at telefonirnar ongantíð verða kannaðar av mannahondum, við einum sim-korti í. Og tá sigur tað seg sjálvt, at tað stendur illa til, sigur hann.
Torben Andersen er professari í telefonsamskifti við lærda háskúlan í Aalborg, og tølini koma ikki óvart á hann.
– Um eg bara varð spurdur, so vildi eg skotið uppá, at millum ein triðingur og helvtin av øllum fartelefonum høvdu brek. Trupulleikin er tann, at framleiðararnir senda telefonirnar á marknaðin, áðrenn ritbúnaðurin (t.e. software, blðm.) er liðugur og góðskumettur. Kappingin er so mikið hørð, at tey óttast fyri, at kappingarneytin kemur áðrenn tey á marknaðin, sigur hann.
 
620.000 brek
Sambært vinnufelagnum fyri brúkaraelektronik (BFE), vórðu tvær milliónir fartelefonir seldar í Danmark í fjør. Kanningin hjá kup! sigur, at 31 prosent av øllum fartelefonunum høvdu brek og tað svarar til, at bara í Danmark vórðu ikki færri enn 620.000 fartelefonir við breki sendar í handlarnar í 2005, sum kundar síðani keyptu og fingu trupulleikar av.