Triðja heimsmetið hjá Bolt

Hetta hendi, tá 4X100 metra finalan í renning hjá monnum var á skránni.

Liðið hjá Jamaica var stórfavorittur undan finaluni, og við sigrinum livdu teir eisini væl og virðiliga upp til vónirnar.

Tíðin vísti 37,10, tá seinasti rennarin kom um málið, og hetta er nýtt heimsmet. Trinidad & Tobago gjørdist nummar tvey - nærum eitt sekund aftan á Jamaica, og Japan kom inn á triðja plássinum.