Triðja Høvuðsvinnan

Fiski- og alivinnan eru okkara høvuðsvinnur og okkara álit í dag. Men ein vinna, sum er vaksandi og fær alsamt størri og størri týdning, er frálandavinnan.

Føroyingar hava seinastu árini megnað at fingið arbeiði í frálandavinnuna á sera høgum altjóða støði. Talan er um ymsar tænastur, veitingar og ráðgeving.

Vit manna í dag skip og tyrlur og hava leiðandi størv á olju og gass framleiðslupallum.

Hesi hava prógvað, at tey hava neyðuga førleikan, framfýsnið og áræði at átaka sær hesar uppgávur. Tey kunnu gera frálandavinnuna til okkara triðju høvuðsvinnu.

Føroyingar hava altíð víst, at teir hava megnað at umstilla seg til broyttar tíðir og umstøður og eru fleksiblir. Teir eru tí ein eftirspurd arbeiðskraft. Um okkurt ikki gongur væl, so hava vit altíð funnið eina loysn , ella funnið uppá okkurt nýtt. Eru eisini mangan farnir í onnur lond at arbeiða innan øll økir innan bæði fiskivinnu og handverk. Hetta er ofta gjørt undir truplum umstøðum, men á høgum støði í krevjandi vinnu.

Oljan er ikki funnin enn, men síðan prátið um eina komandi oljuvinnu byrjaði síðst í 70 árunum, hava vit ment hesa vinnu. Í dag kunnu føroyingar sjálvir manna og leiða eina komandi frálandavinnu. Vit skulu tí satsa meir uppá hesa vinnu.

Uppgávan hjá komandi løgtingi verður m.a. at gera karmarnar so góðar sum møguligt hjá hesi vinnu. Tað skal gerast møguligt og attraktivt at arbeiða uttanlands og búgva og hava familju í Føroyum. Um rætt verður atborið kann henda vinna geva eitt enn størri avkast til føroyska samfelagið. Her liggja stórir møguleikar fyri framman.

Víðkað sjónarringin
Vit mugu hugsa frílynt og stórt. Latið okkum áhaldandi útbyggja samfelagið og bjóða fleiri av landsmonnum okkara at búleikast her. Vit mugu stuðla og finna nýggjar vinnur og stuðla teimum sum royna at finna uppá ymiskt. Lat okkum stimbra teimum, sum vilja fara út at vinna sær pening til familju og samfelag, heldur enn at leggja forðingar í vegin í reinum snævurskygni. Her skal vera rúm fyri okkum øllum.