Triðja gullið á rað til USA

Finalan í fóltólti fyri kvinnur við OL í London varð leikt í kvøld, og triðju leikirnar á rað endaði gullið í USA.

 

Finalan stóð millum Japan, sum vann á Fraklandi í hálvfinaluni við 2-1 og so verandi olympisku meistararnar úr USA, sum vann 3-0 í sínari hálvfinalu móti grannunum fyri norðan, Kanada.

 

USA legði hart út og tað gav úrslit longu eftir sjey minuttum, tá Carli Lloyd tveitti seg fram í innleggið frá Alex Morgan og fyri »nøsini« - les fótinum – á Abby Wambach stútaði bóltin í netið til 1-0.

 

Smáar 10 minuttir inn í seinna hálvleik fekk sama Lloyd bóltin mitt fyri japanska málinum og sendi hann framvið málverjanum í netið til 2-0.

 

Miðskeiðis í hálvleikinum spældi Japan seg væl ígjøgnum amerikansku verjuna, og eftir eitt sindur av trunkaspæli kundi Yuki Ogimi skora sítt triðja mál við OL.

 

Eftir hetta hendi ikki tað stóra, burtursæð frá tá nýinnskifta Mana Iwabuchi knappliga fekk bóltin av einum verjuleikara og púra frí framman fyri málinum sendi bóltin móti handaru stong. Lukkutíð fyri USA hevur liðið helst heimsins besta málverja í Hope Solo, sum tveitti seg og bjargaði meistarliga.

 

Meira hendi ikki í dystinum, og USA vann sítt fjórða gullmerki í kvinnufótbólti við fimtu leikirnar, sum greinin er við til OL. Noregi vann í 2000.

 

Í dystinum um bronsu vann Kanada eitt sindur óvæntað á Fraklandi 1-0.