- Eg vóni, at øll fara at stuðla Galathea 3 og fylgja við í hesum slagi av online-rannsóknarferð, sum hetta verður, segði Fríðrikur krúnprinsur fyrr í ár, tá hann sum verji hjá verkætlanini saman við Helge Sander og Bertel Haarder, ávikavist vísinda- og undirvísingarráðharra, tók lut á einum tíðindafundi.
Rannsóknarferðin hevur eina langa søgu. Longu í 1845 sendi Kristian kongur áttandi tað fyrsta Galathea-rannsóknarskipið avstað, og í 1950 fór tann næsta av bakkastokki. Tann fyrsta vitjaði mest tey táverandi hjálondini hjá Danmark í tropunum, meðan tann næsta mest kannaði havviðurskiftini. Galathea 3 skal vera eitt framhald av hesum ferðum og m.a. royna ta nýggju tøknifrøðina, sum vit hava fingið síðani tá.
Tað var Jyllands-Posten sum tók stig til Galathea 3, og fíggjarnevndin í Fólkatinginum játtaði í fjør 60 milliónir krónur til endamálið. Harafturat skuldu 70 milliónir útvegast úr ymsum grunnum. M.a. skuldi Vædderen umbyggjast til granskingarskip.