Triðja forsøgnin

Støðan broytist alla tíðina, so hvørt sum forsagnirnar koma. Tann triðja er samríkisvinarlig

 

Val


Triðja forsøgnin, sum komin er frá fólkatingsvalinum, gevur Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum menninar.

Sambandsflokkurin fær nú 27,3% og Javnaðarflokkurin fær 24,4%.

Síðan koma Tjóðveldisflokkurin við 24,0%, meðan Fólkaflokkurin nú er dragnaður niður á 21,9%.

Forsøgnin byggir á 62 valstøð við 46,5% av atkvøðutalinum.

Eftir hesi forsøgnini eru tað Lisbeth Petersen og Jóannes Eidesgaard, sum standa á trappuni á Christiansborg og bíða eftir teimum stóru valstøðunum, sum fara at geva endaliga úrslitið.

Klokkan 21.45 manglaðu bara Klaksvík og Tórshavn.