Fyri triðju ferð bresta tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskari steypasøgu saman, og báðar tær undanfarnu ferðirnar hava havnamenn drigið longra stráðið (í 1995 og 2003), men í ár mugu strandingar metast sum stórir favorittar.
Greiður favorittur
Sambært Janusi Einar Sørensen hjá Kyndli, er ongin ivi um at gestirnar av Strondum eru favorittar í steypafinaluni um vikuskiftið.
- Teir hava hølvað okkum av í fleiri dystum, fyrr í ár, og tískil mugu teir av røttum, metast sum favorittar, sigur Janus Einar Sørensen, ið er ein av royndu leikarunum á Kyndlaliðnum.
Gjøgnumbrotið hjá Janusi
Janus Einar er vorðin 27-ára gamal, og hann hevur nógvar royndir á besta Kyndlaliðnum. Mangan hevur hann bart og tikið tey tungu tøkini, men soleiðis er at vera strikuspælari.
Í kappingarárinum 1999-2000 hevði Janus Einar sítt stóra gjøgnumbrot, og serliga í steypafinaluni móti grannunum úr Neistanum minnist hann aftur á við stórari gleði.
Kyndil vann finaluna við tveimum málum 22-20, men tað sá ikki ov væl út hjá teimum grønlittu allan dystin. Janus minnist aftur, at venjarin Sofus tók time-out, tá 16 minuttir vóru spældir av øðrum hálvleiki, tí tá vóru Kyndil aftanfyri Neistan við átta málum. Eftir hetta byrjaðu kyndilsmenn at skora, meðan neistamenn hinvegin byrjaðu at brenna, og heilt skjótt vendist eitt hóttandi tap, til gleðisróm av teimum heilt stóru, og sjampanjupropparnar poppaðu upp úr øllum heraðshornum.
- Tað var ein fantastisk løta, og heilt víst nakað, eg altíð fari at minnast aftur á, sigur Janus Einar, og leggur afturat, at hann onki hevur ímóti at endurtaka hetta bragd móti StÍF.
Nervarnir hanga uttaná
Janus Einar ásannar, at nervar eru millum leikararnar, og tað skulu tað helst eisini vera, sigur hann. Hann sigur eisini at leikararnar gleða seg, til nokk størstu einstøku føroysku ítróttarhendingina, og at um sigurin skal hálast heim, so skulu teir standa sterkir í verjuni, tí tað er oftast haðani, at grundarlagið verður lagt fyri einum sigri. Hann vil ikki útnevna nakran serligan leikara á liðnum sum profil, men vil heldur siga, at teir hava nakrar spennandi streingir at spæla á.
Viðvíkjandi mótstøðuliðnum, metir Janus Einar, at teir skulu hugsa seg væl um, og vera kaldir í avgerandi løtunum, um teir skulu kunnu koma gjøgnum sterku bakketuna hjá StÍF.
Janus Einar er sannførdur um, at tá dysturin er liðugur leygardagin, tá eru tað kyndlamenn, ið fegnast um enn ein finalusigur. Livst so spyrst.
Ár Dystur Úrslit
1985 VÍF-Kyndil 32-24
1986 Kyndil-KÍF 24-23
1987 Kyndil-Neistin 21-14
1988 VÍF-Kyndil 16-15
1989 VÍF-Kyndil 21-19
1990 Kyndil-VÍF 19-18
1991 Kyndil-Neistin 22-17
1992 Neistin-Kyndil 15-14
1993 VÍF-Neistin 22-18
1994 Neistin-VÍF 25-24
1995 Kyndil-StÍF 32-24
1996 Kyndil-VÍF 29-18
1997 VÍF-Kyndil 25-21
1998 H71-Kyndil 23-20
1999 VÍF-StÍF 24-23
2000 Kyndil-Neistin 22-20
2001 StÍF-VÍF 32-29
2002 StÍF-Neistin 30-28
2003 Kyndil-StÍF 26-25
2004 StÍF-H71 34-30
2005 StÍF-VÍF 28-23
2006 StÍF-VÍF 24-22
2007 StÍF-VÍF 26-25
Vinnarar 1985-2006:
Kyndil 8
VÍF 6
StÍF 6
Neistin 2
H71 1