Triðja føroyska kórbókin komin

Í triðju útgávuni av føroyskum kórsangi, eru tað fyri tað nógva nýggjari løg, ið eru við í hesi triðju kórbókini.

Felags fyri øll løgini eru tó, at tað er navnframi danski kórleiðarin, John Høybye, ið hevur sett løgini út fyri blandað kór.

Við sínum kóri, Tritonus, hevur John Høybye vunnið sær navn millum gitnastu kórleiðarar í Norðurlondum, ferðaðist hann við tí víða í Europa og eisini fjarari leiðir so sum USA, Kina, Japan og Brasil, og mangar vóru tær altjóða kórkappingar, har John og hansara kór tóku fyrstaprísin.

»Føroysk Kórbók, satsir eftir John Høybye« inniheldur satsir till traditionell løg, sum ynskiligt var at fáa kórbúna til.

Bókin verður løgd alment fram í Norðurlandahúsinum annan Hvítusunnudag, men longu Hvítusunnudag verður kórløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har sangarar úr kórinum hjá John Høybye luttaka.