ÚTGÁVA
Bøkurnar um Harry Potter hava sligið øll sølumet, bæði fyri bøkur til vaksin og børn. Síðan tann fyrsta, Harry Potter og vitramannasteinurin, kom út í 1997, eru seldar fleiri enn 106 milliónir eintøk um allan heimin. Tann fyrsta bókin er týdd til 42 ymisk tungumál, frá albanskum til zulu, og bøkurnar hava at kalla uttan støðg ligið ovast á sølulistunum í Evropa, Norður- og Suðuramerika - og í Kina. Bøkurnar hava vunnið ein hóp av virðislønum, og í dag verður fyrsti filmurin um Harry Potter frumsýndur í Havnar Bio. Eins og bøkurnar hevur hann fingið framúr góð ummæli, so øll, ið spent fylgja við í bókunum, kunnu gleða seg. Hesin fyrsti filmurin er grundaður á fyrstu bókina, Harry Potter og vitramannasteinurin. Ætlandi verða tað sjey filmir eins og bøkur, ein fyri hvørt árið í Hogwarts - og ein nýggjur fer at koma hvør ár, hevur filmsfelagið Warner Bros. kunngjørt.
Nú er so triðja bókin um Harry Potter komin á føroyskum, Harry Potter og fangin úr Azkaban. Eins og báðar tær undanfarnu bøkurnar um Harry Potter byrjar eisini henda, tá ið summarfrítíðin er um at vera liðug. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Hann er spentur og glaður, tá ið hann sær vinir sínar, Ron og Hermione, aftur. Harry skal nú í triðja flokk í skúlanum, har hann lærir gandakynstur og galdralist. Men ávegis til Hogwarts, leggja tey til merkis, at alt ruggar ikki rætt. Skjótt finna tey út av, at ein stórbrotsmaður er rýmdur úr fangatippinum, Azkaban, og óhugnaligu fangavørðarnir í Azkaban eru bidnir um at koma til Hogwarts og ansa eftir næmingum, lærarum og skúla.
Í hesari bókini fær Harry nógv at vita um foreldrini hjá sær og umstøðurnar, tá ið Voldemort drap tey. Og sum ikki einaferð verður lesarin ferð eftir ferð tikin á bóli, tá ið hann ásannar, at onki er, sum hann trúði. Tað er ikki av ongum, at bøkurnar um Harry Potter hava farið sanna sigursferð um allan heimin. Tær eru meistarliga væl skrivaðar!
Gunnar Hoydal týddi hesa eins og hinar báðar bøkurnar um Harry Potter, Harry Potter og vitramannasteinurin og Harry Potter og kamarið við loynidómum. Tær komu út ávikavist í fjør heyst og í summar.
Harry Potter og fangin úr Azkaban er 358 bls., innbundin og kostar kr. 198. Bókin er umbrotin og prentað á Pf. Hestprent.