Triðja afturlatna uppboðssøla av fiskrættindum hevur verið í dag. 9000 tons av norðhavssild og 9000 tons av svartkjafti blivu seld á uppboði.
Norðhavssildin fór fyri ein miðalprís á 1,20 krónur. Tað gav tilsamans 10,8 milliónir. Teir, ið keyptu vórðu:
Borgarin: 3000 tons
Hoyvík: 2600 tons
Norðingur: 1500 tons
Næraberg: 1500 tons
Fagraberg: 400 tons
Svartkjafturin fór fyri ein miðalprís á 0,23 krónur. Tað gav tilsamans 2,07 milliónir krónur. Tað vórðu fimm keyparar:
Borgarin: 2500 tons
Jupiter: 2000 tons
Tummas T: 2000 tons
Norðingur: 1500 tons
Næraberg: 1000 tons