Triðingurin av Føroya Banka skal latast føroyingum

Jenis av Rana, løgtingsmaður, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata føroyingum tann triðingin av Føroya Banka, sum enn er almenn ogn Eftir uppskotinum hjá tingmanninum kann hetta gerast á tann hátt, at hvør einstakur núlivandi føroyingur fær tillutað ognarbræv upp á sín part (áleið1/48000) av tí virði, sum partabrøvini hjá Fíggingargrunninum hava í dag.

Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jenia av Rana millum annað, at tá virksemið hjá núverandi Føroya Banka byrjaði í byrjanini av 90-árunum, var prísurin øgiligur fyri hin einstaka føroyingin, ið varð álagdur at gjalda bjargingina av bankunum. Nøkur vórðu bundin á hond og fót restina av lívi teirra, onnur hóraðu ikki undan, men mistu hús og heim, og samanumtikið fekk henda bjargingartilgongd fatalar fylgur fyri flestar føroyskar familjur.

Løgtingsmaðurin sigur, at einskiljingin av Føroya Banka var illa fyriskipað, og at tey flestu av teimum, sum vóru við til at bjarga bankanum, sótu eftir við sviðusoð.

-Triðingurin av bankanum er tó enn samfelagsins ogn. Geva vit øllum føroyingum ognarbræv til prosentvísa part teirra av hesari ogn, tryggja vit honum rættvísa part hansara av ognini. Harvið veita vit honum og henni tøkkina, teimum tilkemur fyri bjargingarátakið í 1992, skrivar Jenis av Rana at enda í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar.