Tá lítla Peyton Marie Kirby varð fødd hin 11. juli í ár, hevði hon ein góðkynjaðan svull, sum vigaði ein triðing av kropsvektini. Tað skrivar The Daytona Beach News-Journal.
Síðan gentan varð fødd, hevur hon ligið nógv á sjúkrahúsi í Palm Coast i Florida i USA. Hevði hon fingið krímsjúku, áðrenn svullurin varð tikin, kundi hetta fingið deyðiligar avleiðingar fyri lítlu gentuna.
- Tá kundi svullurin vaksið seg tríggjar ferðir so stórur, sum hann annars var - og soleiðis kundi hann tikið lívið av gentuni, sigur serskurðlæknin, Saswata Roy á sjúkrahúsinum.
Fríggjadagin í hesi vikuni varð Peyton Marie Kirby løgd undir skurð, og skurðviðgerðin vardi í samfullar 14 tímar.
Hóast svullurin sat nær hjartanum á barninum, gjørdu læknarnir av, at gentan mátti bíða eina tíð, áðrenn skurðviðgerðin kundi fara fram.
Eftir skurðviðgerðina hevur gentan tað gott, men roknað verður við, at hon noyðist undir venjingar við fysioterapi og nýggjar skurðviðgerðin seinni fyri at minka um arrini eftir viðgerðina, sum hon fekk fríggjadagin, tá læknarnir tóku stóra svullin.
Viðheft er eisini mynd av Peyton Marie Kirby, sum er tikin eftir skurðviðgerðina.










